Hann sigur ja

Russell FragarSímun Jóannesarson Hansen
Orð og lag: Russel Fragar
Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

Hann sigur ja! og eg veit, hann er við.
Ja! – og mítt hjarta fær frið,
ja! – og mín sál, hon er grødd,
ja! – og mín framtíð er løgd.
Hann loysti allar spurningarnar,
og eg, eg fann allar loysnirnar.
Mín Gud, mín Jesus gevur mær sítt ja,
ja og amen!

Trúgvin sigra skal í mær,
Harrans lyfti halda,
hann varðar meg hjá sær.
Søk fyrst ríki hansara,
og øll kraft úr Himli
er tín frá í dag.

Alt Guds lyfti er:
Ja og amen!
– og tí frøast vil eg her,
ja og amen!

FavoriteLoadingGoym tekstin