Hann skal koma, dýrdarkongurin

Orð: Oswald Jeffrey Smith
Lag: Daniel Brink Towner
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Christ is coming back again (He will come, the Lord of glory)

1. Hann skal koma, dýrdarkongurin,
handan skýggj av Himli brátt.
Hann skal koma, stórt tað lyftið er,
hóast loftið tykist grátt.
Róp skal hoyrast: „Æru fái tú,
Lambið Guds, sum syndir ber!“
Boygd í tign vit skulu syngja tá
honum prís, sum komin er:

Niðurlag: „Halleluja, halleluja,
heiður, dýrd til konga Kong.
Halleluja, halleluja,
hválvið ljómi henda song.
Einglaherur syngi sigursljóð,
sum um allan Himmal fer:
Halleluja, halleluja!
Kristus aftur komin er!“

2. Dag um dag vit standa bíðandi
mitt í heimsins brúsi stødd,
eftir løtuni, tá hoyrast skal
hátt av Himli Harrans rødd.
Kærum vinum aftur møta vit
handan heimsins sorg og stríð.
Tá av sonnum verður undurfult
dýrdarstaðin trína í.

FavoriteLoadingGoym tekstin