Hann, sum á foldum søkir

Orð: Grundtvig
Týtt: John Petersen

1. Hann, sum á foldum søkir
ta sál, við svik ei fer,
við lívsins áarløkir
hann sátt um ævir ger,
við halgum anda doypir hann,
um trúnna orð hans røkir,
hans hond øll fevna kann.

2. Tann hond av heljargøtu,
har lønin deyði er,
oss leiðir inn á fløtu,
sum lívsins grøði ber;
hon leiðir fram til Harrans borð
á hvíludagsins løtu
at smakka lívsins orð.

3. Tann hond við bíbilstavi,
vár troyst í hvørji neyð,
burt beindi skuldarbrævið
við krossins svára deyð’;
ein dag hon veittrar gjøgnum skýggj
øll upp úr mold og havi,
ílatin klæði nýggj.

4. Tann hond við himnastrendur
oss lívsins krúnu fær,
har hvíla móðar hendur
seg eftir stríð, sum var;
við fagnarrópum dunar tá
sum brim, í bergið stendur,
eitt hvølt halleluja.

5. Halleluja, til foldar
Guð rættir sína hond!
Halleluja, til moldar
hann sendir lívsins ond!
Halleluja, for sigurskrans,
for hvíld, tá dagur kvøldar:
Øll æran veri hans!

FavoriteLoadingGoym tekstin