Hann, sum etur fleskafeitt

Orð og lag: Thorbjørn Egner
Týtt: Eyðun Johannesen

Hann, sum etur fleskafeitt
og stórar kotelettir,
hann er eitt býtt og dovið eitt
og darlar altíð eftir.

Men –
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtir,
hagaber og krákuber
og hvíttkál og persillu,
hann fær so passaligt í búkin,
strálar sum ein sól um grúkin,
lættur upp á sporið,
at tú vildi tað forsvorið.

Teir, sum slíka alt í senn
og eta sínar vinir,
teir fáa allir ringar tenn
og verða altíð linir.

Men –
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtir,
hagaber og krákuber
og hvíttkál og persillu,
hann er ókey, fær øll at grína,
aldri vil hann vinir pína
og fær góðar tenn at skína
sum hjá krokodillu.

FavoriteLoadingGoym tekstin