Hann tekur ei gleðina frá tær

Orð: Trygve Bjerkrheim
Lag: Svenskt fólkalag
Týtt: Edmund í Garði

1. Hann tekur ei gleðina frá tær,
tann Jesus, ið kallar á teg.
Bert tá kanst av sonnum tú liva,
um hann kann tær fylgja á veg.

2. Tú hoyrir tær dárandi røddir,
ið lova tær glitur og gleim,
men eingin ber ljós yvir vegin
sum hann, ið bar kærleik í heim.

3. Hann hjálpir í brattastu líðum
og styðjar, um gøtan er hál,
hann signar tær sólfyltu fløtur
og leiðir teg sjálvur á mál.

4. Hann førir teg frelstan um fjørðin,
heilt inn á ta himmalsku strond,
og fjalist tín bátur í brotum,
hann rættir tær bjargandi hond.

5. Hann tekur ei gleðina frá tær,
hann gyllir tær gleði og sorg
og letur upp ljósastu salir
til høgtíð í himmalsins borg.

FavoriteLoadingGoym tekstin