Hann varð særdur, tók míni misbrot

Orð: Thomas Obadiah Chisholm
Lag: Merrill E. Dunlop
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: He was wounded for our transgressions

1. Hann varð særdur, tók míni misbrot,
synd mína bar hann, hann tók tað alt á seg.
Skuldartyngdan reisti hann,
syndaleinkjur loysti hann.
:,: Í sárum hans, :,:
ja, sárum hans
vit eru grødd.

2. Eins og ránsmaður mettur varð hann,
slignan av Gudi vit hildu, at hann var.
Fyri okkum doyði hann,
so at loyst varð lógarbann,
:,: og øll mín synd :,:
ja, øll mín synd
á hann var løgd.

3. Øll vit viltust av leið sum seyðir,
langt frá tí leið, har hin góði hirði gekk,
men hann leitaði og fann
tað, sum vilst á fjøllum rann
:,: og bar tað heim, :,:
ja, bar tað heim
í faðirhús.

FavoriteLoadingGoym tekstin