Happing

Sofus Hansen
Orð og lag: Sofus Hansen
Viðmerking: Yrktur 22. mai 2013.

Ein dag sá ljósið, lítil eg var,
mamman hon situr, altíð hjá mær.
Vaksið og búnist, dag fyri dag,
so kom tann dagur, skúla tú skal.

Gleðin so stór var, hitti mín vin,
har kom ein pápi, soni við lið.
Royndi at gerast, vinur við tey,
alt skuldi enda, við slatur og sleyg.

Vaksið og búnist, ei vinir eg sá,
mangan á kamar, eg grátandi lá.
Sjúk eg nú eri, happa tey meg,
vóna nú aftur, eg vinir skal fá.

Happingini herðist, ei tori eg út,
at alt skuldi enda, eg gráti ei nú.
Kalla meg alt nú, ei nevna eg kann,
mamma hon troystar, og tekur í favn.

Ein dag so kom eitt, ógvusligt boð,
vit vilja happa, tú hongur í tog,
So rødd eg bleiv tá, ei tori eg meir,
í einsemi siti, ei hugsið um teir.

Nú psykisk eg farið, dag fyri dag
hugsið um lívi, vil bara heim.
Pínist hvønn dagin, nú happa meg fleir,
tá taki eg avger, ei orki eg meir.

Skríggi og rópi, um hjálpina nú,
ei kundi nakar, hjálpa mær tú.
Sára eg siti, nú endar mítt lív,
mamman hon finnur, eitt sára lík.

So kom ein dagur, í garðinum har,
tey sum meg happa , so tætt her hjá mær.
Ei endar ein happing, tey skammast í dag,
happing hon gevur, í andlit eitt slag.

Hugsa um lívið, alt tað í er
Hugsa um dagin, tú sáraði meg!
Hugsa um fylgir, hvat happing hon ger?
Hugsa at geva, ein umbering ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin