Har á Guds grønu eingjum trygt og væl hvíli eg

Orð: Orien Johnson
Týtt: Hákun Djurhuus

Har á Guds grønu eingjum trygt og væl hvíli eg,
Hirðin at hvíldarvøtnum leiðir meg.
Heila fylgið á beiti trívist avbera væl,
hans eri eg.
Keldan klár, (djúpt í dali)
beitið grønt, (høgt á fjalli)
móti kvøldi leiðir Hirðin meg.
Náttin myrk, (djúpt í dali)
gøtan hál, (høgt á fjalli)
Hirðin trúgvur vísir veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin