Har á krossi tornakrýndur

Orð: Benjamin Georg Sporon
Lag: Danskt
Týtt: Árni Jacobsen (ørindi 1–2) og Victor Danielsen (ørindi 3)
Upprunaheiti: På sit kors i dødens smerte

1. Har á krossi tornakrýndur,
meint av syndahondum píndur,
Frelsarin, Guds sonur, hekk.
Frá tær faðir tín sær vendi,
sáran sakn og sorg tú kendi,
einsamur í deyðan gekk.

2. Fyri synd tú mátti stríða,
svára pínu mátti líða,
tola sár og spott og hat.
Høvur títt tú vildi boyggja,
rópa: „Fullgjørt er!“ og doyggja,
tá tú andan frá tær læt.

3. Aldri mær av huga fari
krossurin hin tungi, harði,
sum teg, lívsins Harra, bar!
Nei, lat krossins beiska minni
tala, rópa í mær inni,
hvat eg havi kostað tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin