Har eingin byrði

Ada Ruth HabershonVictor Danielsen
Orð: Ada Ruth Habershon
Lag: Robert Harkness
Týtt: Victor Danielsen

1. Har eingin byrði,
eingin stúran har,
tá heimið nátt er,
hvíla har hjá mær;
har eingin byrði,
av hon løgd er tá,
tá eg Guds andlit og hans dýrd skal sjá.

Niðurlag:
Har eingin byrði,
í lívsins borg,
har eingin byrði,
gloymd øll sorg.

2. Har ongar royndir,
har alt stríð er av,
hvør freisting farin,
lønin nádd, Gud gav;
ei meir sum gullið
trúgvin roynast skal,
nei, stríðið alt er strítt og sálin sæl.

3. Har eingin møði,
eingin tyngd har er,
og eingi vónbrot,
sakn har eingin ber,
framtíðin ljós, sum
eingin skilti her,
har síggja vit, góð Harrans leið øll er.

4. Har vit ei skiljast,
ei farvæl er sagt,
ei brotin hjørtu,
sárt av sorgum rakt;
men best av øllum:
Jesus eg skal sjá,
har einki skýggj meg skilir honum frá.

FavoriteLoadingGoym tekstin