Har ferðast ein um Judealand

Orð og lag: Aril Edvardsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Har ferðast ein um Judealand,
síggj, skarar troðka seg inn á Hann,
tey nívdu, sjúku, Hann grøðir tey,
Hann “vinur syndara” kalla tey!

Niðurlag: Hans Navn er Jesus, Hann livir enn;
í gjár, í dag er hin sami enn!
Hann slítur leinkjur og sjúkdómsmakt,
tí alt jú Honum er undirlagt.

2. Síggj, við Genesaret stendur Hann,
av alsk til fólkið Hans hjarta brann.
Tey til Hann koma, hvørs neyð var stór,
frá Honum vónsvikin eingin fór.

3. Síggj, teir í borgini pína Hann,
tó ber tað frelsu hitt blóð, sum rann!
Øll synd og sjúka á Hann varð lagt,
tá alt gekk út, sum um Hann var sagt.

4. Frá Oljufjallinum heim Hann fór,
Hann fyri heimin gerst signing stór.
Til øll tit farið, teim frelsu ber
og grøð tey sjúku! – tað boð Hans er!

FavoriteLoadingGoym tekstin