Har fjøllini reisa seg

Martin Joensen
Orð: Viktor Sund
Týtt: Martin Joensen

1. Har fjøllini reisa seg úr havsins morgunrond
og dalurin grønur er og fagur,
skal einaferð várt brúðarfylgi ganga fram við strond
í summarskrúði klødd, kvinna og maður.

2. Har barnadreymar lættu sær sum firvaldar á flog
og ungdómsminni sveima millum fjalla,
har skalt tú fáa lyfti mítt, vit sigla kærleiksboð:
Hvør annan vilja elska ævi alla.

3. Har fjøllini reisa seg vit svørja kærleikseið
um trúfesti og tokka til hvør annan.
Har byggja vit várt eydnuheim og leggja saman leið
mót heystardøgum og mót korum manna.

FavoriteLoadingGoym tekstin