Har ganga tey enn fegin

Holgar Jacobsen
Orð og lag: Holgar Jacobsen

Nú høgt av fjallatindi tú lítur út á hav
man sálarkvølur dovna av øllum í tú sær
er talkalag tíi bólgna og sinni stirt og kalt
var meining tín at klára og gróðurseta alt

Niðurlag:
Men brádliga tú hoyrir eitt dun av tíðarneyð
ein farri er av máttloysi har ganga aftur tvey
var meining tín at klára og gróåurseta alt
hvar vóru slættu teigar tú v ið lívið hevði valt

Er tímaglas títt storkna av tíðarinnar tonn
har ganga aftur tvey so fegin hond í hond
hvar munnu tey nú stand á lívsins alfarveg
tú speiskliga man brosa helst framman fyri meg

Hvat var tað í tú vildi var lív títt afturgongd
tú sakk í myrka dýpið, men kleiv tær upp úr mold
tá andaneyðin ringast var, tú valdi nyggja kós
enn ganga tey so fegin og fjasast hond í hond

FavoriteLoadingGoym tekstin