Har Guðs fólk er komið saman angar søtt av Orðsins urt

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Róðin Thomsen

1. Har Guðs fólk er komið saman angar søtt av Orðsins urt!
Fyri Orðsins nardusanga myrkur, sút má víkja burt!
Har, sum Kristus er til staðar lovsangur og frøi er
og ein trá, at Honum líkna og av Honum anga her!

Niðurlag: Nardussalvan frá Guðs Orði flýtur mjúk og rein og klár,
salvar teg við gleðissmyrsli, lekir hvørt eitt hjartasár.

2. Og tá tú av hjarta gevur tí, sum einki eigur her,
tá sum søtur nardusangi fyri Kristusi tú er!
Rætt tí neyðstadda og sjúka eina bróðir-, systirhond;
far og linna kvøl og pínu, sum nú plága heimsins lond.

3. Harrin salvar teg at boða Evangeliið um Seg;
salva sjúk, sýn miskunnsemi, at Hann siga kann um teg:
Á, Mín Brúður, fylt og salvað, søtur virkisvilji tín;
hunangur av tínum vørrum drýpur, kæra Brúður Mín!

4. Tú, sum ungur ert og glaður og vil fegin kenna Guð,
kom í størsta álvarsemi, vel hin lítið virda lut!
Um tú trýrt og verður doyptur og vil ganga Harrans veg,
tú skalt sanna, nardusangin broytir, lyftir, fyllir teg!

5. Og tá lívsins stormar herja, tap tú kennir er í hond,
tá er gott at kunna vita, nardussmyrslið er í nánd!
Sum Maria salvar Jesus hjá spitalska Símuni
við tí dýra nardussmyrsli, so vil Harrin salva teg!

6. Og tá lívið fer at halla, tyngjast spor og grána hár,
enn tó nardussmyrslið angar og ber boð um Lívsins vár!
Heit á Guð á lívsins kvøldi, aldurdómsins tungu bond
Hann við nardussmyrsli linnar, salvar tína troyttu ond.

FavoriteLoadingGoym tekstin