Har heima er gleði og friður og hvíld

Orð: Ada Blenkhorn
Lag: Ira B. Wilson
Týtt: Jákup Olsen

1. Har heima er gleði og friður og hvíld –
far, sig onkrum syndara tað!
Ja, frelsa til hvønn, sum til Gud vendir sær –
ber onkrum tann boðskap í dag!

Niðurlag:
Ber onkrum tann boðskap í dag,
ja, onkrum,
ja, onkrum!
Ja, vitna tú bara!
Tað Jesus vil æra –
ber onkrum tann boðskap í dag!

2. At friður kann fylla tey friðleysu bróst,
at Jesus ger hjørtuni glað,
at myrkrið kann víkja, so alt verður ljóst –
ber onkrum tann boðskap í dag!

3. Um kærleik frá Gudi til søkkandi mann,
um náði – bið Harran um tað!
Far, sig við hin falna, at Gud elskar hann –
ber onkrum tann boðskap í dag!

4. Hitt seinasta boðið, sum Frelsarin gav –
áh, lat okkum minnast til tað!
Tí vilsta, fortapta hann tekur sær av –
ber onkrum tann boðskap í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin