Har í Dávids fagra staði

Orð: Cecil Frances Alexander
Lag: Henry John Gauntlett
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Once in royal David’s city

1. Har í Dávids fagra staði,
Betlehem, sum minstur er,
settur høgt av Harrans náði,
so at tú av øllum ber.
Ja, í einum fjósi har
Harrin Jesus føddur varð.

2. Hátt av himlahædd kom niður
hann, sum Harri alra er.
Krubban har á einum bási
var tað skjól, ið hann fekk her.
Til sítt egna kom hann har,
men hjá teimum rúm ei var.

3. Gjøgnum barnaár so vøkur
lýðin hann til hvørja tíð
livdi í síns faðirs vilja,
verki hansara var í.
Gævi tað meg minti á,
at eg líkjast honum má.

4. Fyridømi var hann okkum,
eins og vit hann vaks til mans,
hann var veikur, hjálparleysur,
gleði, sorg var lutur hans.
Altíð troyst í sorg hann bar,
glaður við teim glaðu var.

5. Og til síðst av náði skal eg
Harrans kærleiksandlit sjá.
Hann, sum var í fjósi føddur,
nú Guds trónu situr á.
Síni kæru heim hann ber,
heim, har Jesus sjálvur er.

FavoriteLoadingGoym tekstin