Har í sandi við strond Galilea

Orð og lag: Carles Davis Tillman
Týtt: Árni Jacobsen

Har í sandi við strond Galilea
síggjast fótafet frelsarans ei,
og hin røddin, ið hótti at bylgjum,
hoyrist ei meir á Judealeið
Men á gøtuni, hann okkum legði,
eg við gleði hans leið gangi her,
:,:og hvør mótgongd í ljósinum fánar,
tá í ævinnar dýrd hann meg ber.:,:

Mangan leiðin man bera ímóti,
– eftir hvíld mangan tráar mín sál –
men mín vinur, ið vísti mær vegin,
veit, hví mær júst hann valdi tann vál.
Men eg kenni í Orðinum lyftið:
»Sum tín dagur, so styrki tín er!«
:,:Og hvør mótgongd í ljósinum fánar,
tá í ævinnar dýrd ann meg ber.:,:

Hann meg elskar ov nógv til at gloyma
ella leggja ov nógv á mín rygg,
og ans útvaldu dýrt eru signað
– okkum Satan ei gera kann trygg.
Tá ið tíðin er farin, eg síggja
skal mín frelsara júst, sum hann er,
:,:og hvør mótgongd í ljósinum fánar,
tá í ævinnar dýrd hann meg ber.:,:

Tá ið seinasta stigið er stigið,
og tær himmalsku dyr eg skal sjá,
tá eg hoyri hin immalska songin
streyma yndisligt trónuni frá,
tá ið alt, sum bert lutvís eg kendi,
verður bjart, eins og ljósið mær er,
:,:og hvør mótgongd í ljósinum fánar,
tá í ævinnar dýrd hann meg ber.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin