Har steinarnir spreingjast

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Hald um meg, ugga meg og sig, hvussu synd tað er í mær.
Leið meg millum fólk, so tey síggja meg,
og sig so, hvussu synd tað er í mær.

Eg droymi um at arbeiða á Bakala, við slipsi á,
har smíl ikki krevjast av mær hvønn dag.

Og at verða skolaður út ígjøgnum eina rist,
har eg verði fyrst etin og tikin langt út á hav.
Langt vekk, har eg alt fekk.
Har steinarnir spreingjast, og eg ikki fari at leingjast.
Fara tey at sakna meg? Fara tey at sakna meg?
Fari eg at sakna meg? Tey fara at sakna meg.

Tá eg komi marsjerandi gjøgnum Áarvegin í Havn,
so opna fólkini vindeyguni og rópa út mítt navn.
Og trillubøran hjá skrellimanninum stendur still,
tá eg komi framvið.
Og fuglarnir í trøunum syngja, tak meg við.

Dansa fyri mær. Vís mær, hvat eg skal gera.
Bind meg til ein stól í køkinum.
Dansa fyri mær uppiá takinum.

Summardáar og luft, og ein buss túr.
Tað er tað, tey bjóða mær.
So gev mær eina billett, har alt er bleytt,
og steinarnir spreingjast av berari gleði.

Langt vekk, har eg alt fekk.
Har steinarnir spreingjast, og eg ikki fari at leingjast.

Fara tey at sakna meg? Tey fara at sakna meg.
Fari eg at sakna meg? Eg fara at sakna meg.

Tá eg komi marsjerandi gjøgnum Áarvegin í Havn,
so opna fólkini vindeyguni, og rópa út mítt navn.
Og trillubøran hjá skrellimonnunum stendur still,
tá eg komi framvið.
Og fuglarnir í trøunum syngja, tak meg við.

FavoriteLoadingGoym tekstin