Har stóð ein blóma so von og fríð

Orð og lag: Theofil Engström
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Har stóð ein blóma so von og fríð,
mítt eyga gleddi um summartíð;
ta lítlu blómu eg gloymi ei,
eitt av Guðs undrum á míni leið!

Niðurlag: Tann myndin ber mær boð um royndan lut:
Tað finst ein Guð, ja, tað finst ein Guð!
Tí alt tað vakra, sum mítt eyga sær,
enn størri trúgv á Guð mær bar!

2. Høgt yvir lágir og berg so brøtt,
so ofta dýrd Guðs mær hevur møtt!
Har áin rennur so frísk og klár,
mítt eyga eygleiddi lívsins vár.

3. Eg mangan stóð har við sjóvarstrond,
tá sól reis upp vavd í purpurbond;
tey stoltu fjøll og tað víða hav,
enn størri trúgv á mín Guð mær gav!

4. Í havsins dýpi, við sjóvarstrond,
eg síggi ásýnt Guðs skaparhond;
náttúruundrið mítt eyga sá,
eg kann ei ivast, eg trúgva má!

5. Eg káta fuglin um bjørg og lág,
um vøtn og tjarnir so ofta sá;
og alskyns skriðkykt, ja, veik og sterk,
tey vitna øll um Guðs skaparverk!

6. Tá náttin sígur um hól og heyg,
eg lyfti eygum mót hæddum upp;
alt stjørnuhavið eg síggi tá,
eg kann ei ivast, eg trúgva má!

7. Mín sál er vend móti Tær, o, Guð,
Tú Ábr’hams, Ísaks og Jákups Guð,
sum skapað hevur slíkt undurverk,
eg kann ei ivast, mín trúgv gerst sterk!

FavoriteLoadingGoym tekstin