Har sum tú leiðir, fari eg

Victor Danielsen
Orð: William C. Martin
Lag: James Milton Black
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I remember calvary

1. Har sum tú leiðir, fari eg,
Jesus, eg líti heilt á teg,
minnist, tá fyrst mín sál teg sá
Golgata krossi doyggja á!

Niðurlag: Jesus meg leiðir dag og nátt,
Jesus meg leiðir, alt er gott;
ei slíkan vin á fold fann eg;
Golgatakrossin minnist eg.

2. Fylgjast við honum kært mær er,
gleði at kenna, hann meg ber;
trygt er hjá honum dag um dag –
Golgata krossur vitnar tað.

3. Ivi og ótti svinna má
Jesusi, Harra mínum, hjá:
Síggja eg skal í ljósins stað
vin mín av Golgata ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin