Har trúgv á Guð er til

Orð: W.A. Wexels
Týtt: Leif Hansen

1. Har trúgv á Guð er til,
hon sýna seg tá vil
í bøn av huga heita,
ja, har vil andin leita
hátt móti himnasali
og fáa Guð í talu.

2. Hon nevnir sakn og trá
í Jesu navni tá.
Hon rópar: Abba, Faðir!
Eg líti á, tá bagir,
tú hjálpa vilt og ráða
mær út úr sorg og váða.

3. Og bønin søkir við
av himni Harrans frið,
hon søkir magn og megi
at tæna Guð’ við gleði.
Í neyðum hjálp hon gevur,
í deyða troyst hon hevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin