Har uppi eingin deyði verður

Orð og lag: Lina Sandell
Týtt: Kajfinn Hammer

1. “Har uppi eingin deyði verður,
ei tár, tí nátt er vend til dag”,
so sang hin lítla svarta Sára,
ein fátæk genta nøgd og glað.

2. “Har uppi eingin verk skal kenna
og eingi pínuróp sum her.
Har andlit Guðs eg klárt skal síggja
og ævigt vera har Hann er”.

3. Ein dagin, sum hon sat so eina,
har kom ein kristniboðari;
hann boðaði um Jesus Kristus,
um barnavinin, sum ber frið.

4. Hon hoyrdi um Hin Nýggja Staðin,
hvørs múrar kallast: Ævig trygd!
Har vil hon standa við í raðnum,
tí hon á Guð sítt lív fekk bygt.

5. Á deyðastrá tó nú hon stríðir
á einum ból’ av hoyggj og strá,
men tó, hitt klára eyga sigur,
at friður vellur hjarta frá.

6. “Har uppi eingin deyði verður!”,
hon syngur, tó hon viknar skjótt.
“Og eingin neyð og eingin vandi
og eingin grátur, eingin nátt!”

7. Alt veikari gerst lítla røddin:
“Ein gyltan Stað, – ein gyltan Stað
og ongan deyð!” – Og við tí treysti,
hon sovnar inn at enda glað.

8. Nú lokkar hon fram tónar klárar,
frá hørpum í Guðs Himli fró;
tí síggj, hin lítla svarta Sára
er hvít sum snjó í Lambsins blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin