Har við Jákups brunn hin dag

Orð: Emma M. Johnston
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: The old fountain

1. Har við Jákups brunn hin dag
kvinnan fekk at hoyra tað,
sum gav henni ljós og sjón
hinaferð.
Og tann sál, sum byrðar bar,
fekk sín tosta sløktan har
við ta keldu, sum varð opnað
hinaferð.

Niðurlag: Áh, tann kelda, sum varð opnað
hinaferð, hinaferð,
enn við kraft og heilsu síni flýtur her!
Sum øldir hava runnið,
mong sál har hevur funnið
lívið í tí keldu, opnað
hinaferð.

2. Gentan tann, sum fangað var,
segði harra sínum har
frá teim somu góðu vøtnum
hinaferð;
og har reinsan Na’aman fann
frá spitalskuni, tá hann
trúði á ta somu keldu
hinaferð.

3. Og hin kvinna blóðsjúk, hon
til vár Harra Jesus kom,
nam við seymin av hans klæðum
hinaferð;
í tí trongd, sum hon var stødd,
hon av nýggjum tá varð fødd
í tí keldu, sum varð opnað
hinaferð.

4. Og hin etiopari
sat og las í Skriftini,
ja, hann trúði og varð doyptur
hinaferð,
tá ið Filip boðskap bar
um ta kelduna, sum var
opnað móti synd og smittu
hinaferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin