Har við krossin er rúm

Orð og lag: Rodney Griffin
Týtt: Árni Jacobsen

Har við krossin er rúm
enn til tungar syndabyrðar
fyri tann, sum nú ferðast har framvið.
Har er vón enn hjá tær,
tí tín frelsari tær bíðar
og vil hitta teg, sum eigur ongan frið.
Tíð er at venda við
og at kenna, at av sonnum
er tað satt, hann fylgir tær hvørt stig.
At frelsan enn er frí,
tú trygt kanst trúgva tí.
Enn er rúm,
enn er vón,
enn er tíð.

Guds orð ta opinbering okkum gav,
Jesus elskar júst teg.
Tá harðir stormar øsa lívsins hav,
hann kann vísa tær veg.

Ivast tú, um Harrin her teg leggur í,
um hann geva kann frið,
um sálin frá synd kann gerast frí,
hann tær stendur við lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin