Har við tínar hjartadyr

Orð: Sven Johan Ögrim
Lag: Heinrich Werner
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Utanför din hydda står (á donskum Synder, for dit hjertes dør).

1. Har við tínar hjartadyr
vinur trúgvur stendur;
mangan, mangan stóð hann fyrr,
eftir tíni sál hann spyr,
ei hann burt sær vendir,
bankar, bankar, fær ei svar,
tó til hann tú treingir.

2. Naglamerktur stendur hann,
fagrastur av øllum;
eftir tí, sum burtur rann,
leitar hann, inntil hann fann,
á teim myrku fjøllum,
bankar, bankar, fær ei svar,
tó til hann tú treingir.

3. Sál, áh, lat hann svar nú fá!
Stutt er lívsins løta.
Um tú vilt í holdi sá,
sárt tú tað skalt angra, tá
einki tú kanst bøta,
tá tú bankar, fært ei svar,
tó til hann tú treingir.

4. Øgilig hin stundin er,
eingin kann tað fata,
tá ið sálin bøn fram ber,
neyðarróp mót Himli fer,
men til ongan bata,
tá tú bankar, fært ei svar,
tó til hann tú treingir.

FavoriteLoadingGoym tekstin