Har við veitslu kongs Belsazars

Orð og lag: Knowles Shaw
Týtt: Jákup Olsen

1. Har við veitslu kongs Belsazars
og hans túsund stóru, tá
tey úr gyltum steypum drukku,
so sum orðið sigur frá,
mitt í gleði og í gaman
øll av ræðslu bivaðu,
tí tey sóu, at á veggin
kom ein hond og skrivaði.

Niðurlag:
Tað er Guds hond vegginum á,
tað er Guds hond vegginum á!
Verður sagt við teg: Ov lættur!
ella: Frelstur bert við trúgv! –
Tí hin hondin, hon jú skrivar enn.

2. Hygg hin gamli, trúgvi Dániel!
Øll tey góvu honum ans,
hann hin stolta kongin dømdi
og gudleysu gerðir hans;
at dómfeldur var Belsazar
og hans stórmenn allir har,
at hann ríkið skuldi missa –
tað var boðið, hondin bar.

3. Hygg á Dániel, treystan, stinnan –
ræðslusligin hini øll!
Trúgv og Andi sál hans fylla
har í kongsins veitsluhøll;
tó í útlegd sum ein fangi
kendi Dániel Harran nær,
hann ta handskrift kundi týða,
sum á veggin skrivað var.

4. Í Guds bókum verður skrivað –
ja, hin hondin skrivar enn;
vinur, gev nú Gudi hjartað,
kom og trúgv og Harran kenn!
Tí ein dómadagur kemur,
og hann nærkast uttan steðg,
tá ið dómurin skal síggjast
eins og skrivaður á vegg.

FavoriteLoadingGoym tekstin