Harðir ódnarstormar ýla

James McGranahan
Orð: Daniel W. Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Harðir ódnarstormar ýla
rundan um eitt vrak.
Vónleyst rekur tað so skjótt í
havsins favnatak.

Niðurlag: Gleðiboð um Jesus
hoyrast tá so greið:
Eg teg verji, til tað lýsir,
eg kom at frelsa, óttast ei!
Lat bert sjógvar bróta,
myrkjast tína leið.
Eg teg verji, til tað lýsir,
eg kom at frelsa, óttast ei,
ja, eg teg verji, til tað lýsir,
eg kom at frelsa, óttast ei!

2. Pøstir hokna sterkir sjómenn
mitt á dekkinum.
Men hvør gleði, tá ið Jesus
heilsar vrakinum.

3. Millum brot og bylgjur søkka
menn, til dóm og bann.
Gleðiboðskapin teir hoyra:
Kristus frelsa kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin