Harmoniku-Sørin

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Robert McBirnie

Sørin eigur einans eina lítla smáttu,
høsn og hana, har til kúgv, ið skranglut er,
og ein urtagarð, har gras og arvi ráddi,
til tess kúgvin slapp at líka illgrasið.

Men tað mætasta av øllum, ið hann eigur,
er harmonikan, ið ger hans lyndi lætt.
Og tey kvøld hann hana út á favn sín breiðir,
lurtar bygdin øll, tað so eg havi frætt.

Sørin hevur spælt í langar Harrans tíðir,
vakurt er hans spæl, tað saknar tí ei rós.
Tá hvør fingur eftir blonkum tastum glíður,
skínir andlit hans av sælu sum eitt ljós.

Sjálvt um seint er, er hann altíð líka fúsur
til at spæla, tá ein veitsla byrja skal.
Rós og pening, hartil nógvar góðar rúsir
hann í løn fekk fyri kátt og vakurt spæl.

Tá ið Sørin ungur var við dún á kinnum,
hitti hann eitt ungt og fagurt ljóshært sprund.
Fátøk var hon eins og hann, men fáur finnur
fagrari, og slíkt man gleða mannsins lund.

Ástir runnu saman brátt ímillum bæði,
og harmonikan, hon gjørdi sítt hartil.
Sørin spæla kundi mangt eitt ástarkvæði,
og tað er mest slíkt ein kvinna hoyra vil.

Tá ið dagur tok at halla móti kvøldi,
fylgdust øll tey ungu ofta glað til dans.
Sørin spældi, og hans Mia ikki dvøldi,
men sær tók so mangan vals við Óla Hans.

Eydnan hevði Óla til sín vinmann kjósa;
ríkur, vurdur nógv, men Sørins vinur ei.
Endin var, at henda fagra, lilja ljósa,
hon bleiv hans, so tungt gekk Sørin lívsins leið.

Nú volda minnini at døgg er løgst í eyga
og at ljóðið oftast tónar eymt í trá,
tá hin gamli sæst harmonikuni sveiða,
meðan ung og gomul fegin lýða á.

Er tað kenslurnar frá Amor snildisligar
vónirnar, ið lagnan harða kvetti bratt,
ið man ljóða gjøgnum spæl hans summar tíðir
einki tyngri er á fold enn skilnað’r sótt.

FavoriteLoadingGoym tekstin