Harmur og gleði í felag tey reika

Thomas KingoChristian Matras
Orð: Thomas Kingo
Týtt: Christian Matras

1. Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.
Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og skýggj ferðast saman í lag!
Jarðgull sum hold
er føgur mold,
himinin eina er sælunnar fold.

2. Krúnur og septur í demantspæl ljóma,
tó var til spæls ikki kongsskreyt á lagt!
Túsundfalt farg tyngir krúnanna sóma,
túsundfalt hygni ber septranna makt!
Kongshøll er við
fagurt uppstig!
Himinin eina ber sælu og frið!

3. Brigdlig er eydnan í ævum og tíðum!
Sorg kunnu menn allir bera í barm’!
Mangan er bróst undir dýrmettum prýðum
alsært av trega og loynligum harm’!
Hvør á sín hátt,
stórt ella smátt!
Himinin bert yvir sorg eigur mátt!

4. Vísdómur, veldi og heiðurlig vera,
ungdómsins styrki í blómandi verð,
høgt yvir øðrum tey høvd kunnu bera,
fellur tó alt og við tíðini fer!
Hvørt sindur má
endanum ná,
himinsins sæla hon aldrin berst frá!

5. Vænastu rósur á tornrunni gløða,
fríðasta blóma ber eitrandi sáð,
ofta’ undir rósukinn hjarta kann bløða,
av tí at lagnan sær løgliga brá!
Ilska’ er í sjógv,
brim herjar lógv,
himinsins sæla er kyrra og rógv.

6. Tískil skal tað ikki níva mín huga,
eg ikki náddi í heimi mítt mál!
Eingin skal stúran meg boyggja og buga,
einki skal ræða og skelka mær sál!
Sorg missir ráð,
sælunnar sáð
blóma skal himinsins dýrdvøllum á!

7. Angist skal ala sær varandi gleði,
kvíði skal vinda av snælduni tráð,
veikleiki reisast í sterkastu megi,
armóð skal ríkasta skrúð leggjast á!
Øvundar sáð
fjøtrað er tá,
himinin eina kann alt hetta ná.

8. Lívslutur mín og mín lagna mær falli
alt eftir Drottins míns vilja og val,
latið bert øvund útoysa sær gallið,
heimin fullreka sín leik og sítt spæl!
Tíð-vevur tá
tómur at sjá,
himinin ein eigur ræði og ráð.

FavoriteLoadingGoym tekstin