Harraboð

Orð og lag: Simme

Ha ha ha, tað sigi eg bara,
soleiðis skuldi tað enda við mær.
Ólukkutíð skal lívið meg læra:
fái eg teg her, eg missi teg har.

Best sum lívið var í lagi,
alt var gott, nú hann var her,
afturkomin á gamla staðið,
besti vinur her í verð.

Ha ha ha, ja nú má eg flenna,
hví munnu fólk tó gerast so óð?
Øll um føturnar á honum renna,
nú hann fær pengar í yvirflóð.

Ikki er gott við ov nógvum pengum,
tað vil eg tær siga for satt,
tað ger tær lívið í løtum langum
– alt, alt ov lætt.

Eg hevði drukkið, um pengar eg átti,
droymt meg í annan heimin langt burt,
men tit við pengum rýma úr smáttu,
byggja á sandvøll eitt slott so dýrt.

Ikki tað heldur, tað kann eg spáa,
lágt hann ríður, sum setur seg høgt.
Ódrúgt er tað, tit av løttum fáa,
tað stendur fast, sum úr gróti høgt.

Eg síggi fyri mær stavir á veggi:
Mene Tekel – men gev bert tol:
Eg verði tann, sum flenni í skeggið,
tá alt bráðnar burtur sum fonn í sól.

Eg føli meg næstan sum Móses á fjalli,
dansur um gullkálvin er i gongd,
eg bíði bert eftir tí stóra skrædli…
Á, tit skuldu øll verið flongd.

Konu og hús og snorungar nógvar –
nei nei nei, eg skilji tað ei!
Blanka kaskett og skínandi skógvar,
handil og skip – og skuld – á nei!

Tá gullið er uppi, skal gildið betalast,
hvør verður tá við sviðið soð?
Øll tit býttu, tað ikki skal fjalast,
øll tit, sum lýddu harraboð!

FavoriteLoadingGoym tekstin