Harranum lovið, tí veldiga Kongi, við heiður

Victor Danielsen
Orð: Joachim Neander
Týtt: Victor Danielsen

1. Harranum lovið, tí veldiga Kongi, við heiður,
sál mín, lat tað vera gleðina bestu, tú eigur,
honum far mót,
kasta teg fyri hans fót,
takka, sum Andin teg leiðir!

2. Harranum lova, sum heiminum ærufult ræður,
honum, tær lyftir á veingjum og ber teg í ævir,
kenna teg læt
frið sín og gjørdi tað, at
styrki tín er sum tín dagur!

3. Harranum lova, sum øllum til besta tær vendir,
honum, ið heilsu tær veitir og signing tær sendir!
Vanda og neyð
frá tær at víkja hann beyð,
hjá tær sum verja hann stendur!

4. Harranum lova, sum pláss millum síni tær gevur,
óuppiborið teg signar og útvalt teg hevur,
hann, sum sítt navn
gav tær og inn í sín favn
nærri og nærri teg dregur!

5. Harranum lova, mín sál og alt, í mær seg rørir,
gævi hans náði, at songur mín heiður hans nørir!
Verdur er hann,
at hvør ein tunga, sum kann,
prís hans mót Himlinum førir.

FavoriteLoadingGoym tekstin