Harri av hjarta tú kærur mær ert

Orð og lag: Eyðun Jacobsen

:,: Harri, av hjarta tú kærur mær ert,
klettur mín, styrki og verja so sterk.
Tú ert mín Harri, hin hálovaði.
Hvør er sum tú, Gud!
Hvør er ein klettur sum tú! :,:

:,: Eingin, eingin kann metast við teg. :,:
Tú ert verdur, reinur, heilagur ert.
Hin Almáttugi tú ert, mín Harri, mín Gud.
Eingin, eingin kann metast við teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin