Harri, bøt mítt ringa sinn!

Mikkjal á RyggiJohan Peter Emilius Hartmann
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Johan Peter Emilius Hartmann

1. Harri, bøt mítt ringa sinn!
Spiltur er mín hugur,
illir tankar troka inn,
lítil er mín dugur.
Falla vil eg tær til fót;
reinsa meg og gev mær mót;
einans tú tað orkar.

2. Heimsins gøta sløtt og breið,
maklig her at ganga,
upp til frelsu førir ei,
leiðin er hin ranga.
Himlagøtan trong og brøtt,
tó hon ikki fellur løtt,
lív mær ber og sælu.

3. Ofta roynist trúgvin veik,
sálin stødd í vanda
óttast heimsins ódnarleik,
tú manst hjá mær standa;
alt á jørð má lýða teg,
rætt út hond og sig við meg
blítt: «Eg vil; verð reinur!»

4. Styrknar tá mín sjúka sál,
syndasorgir linna,
prísar Guði glatt mítt mál:
«Hjálp her er at finna;
sæla fyllir nú mítt bróst,
myrkt var fyrr, og nú er ljóst!
Góð er Harrans gleði!»

FavoriteLoadingGoym tekstin