Harri, gjøgnum ofrið dýra

Orð: Elizabeth Dark
Lag: Richard W. Beaty
Týtt: Victor Danielsen

1. Harri, gjøgnum ofrið dýra –
inni hjá tær!
Einki friðin kann forstýra
inni hjá tær.
Fullkomin ígjøgnum verkið,
dýr sum kærleiki tín sterki,
heiløg undir tínum merki
inni hjá tær.

2. Vit teg slignan, sjúkan skoða –
vrakaður tú –
tærdan av Guds vreiðiloga –
vrakaður tú!
Krossur tín er øll vár æra,
út til tína skomm vit fara,
fylgja tínum sporum bara –
vrakaður tú!

3. Lamb, ígjøgnum teg vit stíga
inn, inn til Gud,
reinsað, eiga atgongd fría
inn, inn til Gud!
Nýggir skapningar vit blivu,
navn várt tær á hjarta grivið,
burtur ótti, burtur ivi –
inn, inn til Gud!

4. Fremmand her í heimsins londum
út, út til tín
fara vit úr trælabondum,
út, út til tín;
skommin tín er størri heiður
enn øll ogn, ið verðin eigur,
kærleikshond tín okkum leiðir
út, út til tín.

5. Skjótt skal ljóða sigurssongur
heima hjá tær;
eingin skilnaður er longur
heima hjá tær.
Eingin sorg skal bróstið tvinga,
eingin freisting hjartað stinga,
prís Guds Lambi! ævigt klinga
heima hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin