Harri, halt míni hond

Orð: Thomas Andrew Dorsey (1. og 3. ør) og Árni Jacobsen (2. ør.)
Lag: Thomas Andrew Dorsey
Týtt: Árni Jacobsen (1. og 3. ør.).
Upprunaheiti: Precious Lord, take my hand

1. Harri, halt míni hond
gjøgnum myrkursins lond,
máttur viknar, og tung eru stig.
Gjøgnum storm, gjøgnum nátt
lat títt ljós lýsa hátt,
rætt mær hond, Harri Jesus, leið meg fram!

2. Tá ið myrk tykist ferð,
ósløtt gøta mín er,
og tá málið bert kámt eg kann sjá,
drag meg at tíni lið,
har eg finna kann frið,
rætt mær hond, Harri Jesus, leið meg fram!

3. Tá ið styttist mín ferð,
tá ið kvøld komið er,
og hin æviga havnin er nær,
tak tú hond mína tá,
tína dýrd lat meg sjá,
sál mín æviga heimið trygt kann ná!

FavoriteLoadingGoym tekstin