Harri harra, tær vit prísa

Orð: Thomas Kelly
Lag: Týskt
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Praise the Savior

1. Harri harra, tær vit prísa,
kærleik tín vit vilja lýsa,
tign og heiður tær vit vísa,
tú tað verdur ert.

2. Tú av Himli komst her niður
og á Golgata vanst sigur.
Áh, hvør signaður tín friður,
sum vit njóta nú.

3. Tú skalt verða, alt forgongur,
allar ævir tú ert Kongur,
skjótt skal ljóða sigurssongur:
Lambið verdigt er!

4. Vit tá krossin meir ei bera,
ævigt heima hjá tær vera,
lov og tøkk til tín fram bera
við títt hásæti.

5. Harrans dýrd skal staðin roða,
har vit tína ásjón skoða,
tína tign Guds einglar boða,
sæli dagur tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin