Harri, henda stund er tín

Orð og lag: Martin Alfsen
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Denne dagen er din

Harri, henda stund er tín,
saman eru vit at møta tær,
til at fagna tíni uppreisn her,
tínum sigri yvir deyða.
Harri, henda stund er tín,
saman eru vit at prísa tær
fyri orðið, tú her okkum ber,
og várt samfelag í tær.

Stundin er tín,
tín sigur er mín,
tá kærleiki tín vann,
tá páskamorgun rann.
Henda stundin er tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin