Harri herskaranna, nær okkum trín

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen
Viðmerking: Upprunaliga skrivaður í samband við brúdleypið hjá dóttrini Beintu og Eiler Jacobsen. Seinni umskrivaður.

1. Harri herskaranna, nær okkum trín,
gleðinnar kelda, vit leita til tín,
uttan teg eingin fann
eydnu, sum vara man,
Harri, tú eina gera kann
vatnið til vín!

2. Fyri títt andlit vit níga í dag,
undrast á dýrdina, vit hava sæð,
gripin frá fyrstu stund,
vunnin í lívi, lund,
Harri, innast av hjartans grund:
Tøkk fyri tað!

3. „Heilagur, heilagur, heilagur er
Harri herskaranna!“ fagnaðin ber
stóra serafalið
hásætið høga við!
Harri – vit fyri fullan frið
prísa tær her!

FavoriteLoadingGoym tekstin