Harri hjálp mær! eyðmjúk bað

1. «Harri, hjálp mær!» eyðmjúk bað
kananeisk kvinna,
hjartkipt kom úr heidnum stað
Dávids son at finna,
rópti hart við gráturødd:
«Dóttir mín í neyð er stødd;
illur andi pínir.»

2. Tó at svarið ljóðar so:
«Sømir ei at taka
breyð frá mansins børnum og
fyri hundar blaka,»
ilskast hon ei við tey orð.
«Hundar við húsbóndans borð
dotnar molar eta.»

3. Jesus mælir orðum milt:
«Stór er trúgv tín, kvinna;
verði tí tær, sum tú vilt!»
Sorg og neyð var linnað.
Harrans orð so veldigt er,
lív og sælu við sær ber,
illir andar dvína.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin