Harri, hvør stór hin hugsan er

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: L.M. Lindeman
Týtt: Victor Danielsen

1. Harri, hvør stór hin hugsan er:
Ei vil tað leingi nú vara,
fyrr enn øll tey, tú eigur her,
til tín í skýggini fara!
Aftur tú kemur við ein hast;
tann, sum við heimin hongur fast,
verður tá eftir til dómin.

2. Samfelag sæla, stóra troyst,
tá hinir frelstu herskarar,
hvør frígjørd sál, úr bondum loyst,
fagnandi kallinum svarar!
Hvør mugu øll Guds børn ei nú
leingjast, áh, Harri Krist, at tú
síggjast skalt aftur í skýnum!

3. Áh, hvør ein dagur verður tað,
tá ið basúnin skal ljóða,
og vit hans ásjón síggja glað –
styrki tað sálina móða!
Áh, hvørt eitt møti! Hann at sjá,
sum her vit elska, trúgva á!
Eingin ta gleði kann mála.

4. Síðani tekur hann tey øll,
øll, sum hans frelsu her kendu,
heim í ta ljósu gleðihøll,
har er á sorgini endi.
Fari tá, verðin, gleði tín!
Himmalska vón fann andi mín,
lyft er mín sál yvir støvið.

FavoriteLoadingGoym tekstin