Harri, hygg, sjógvarnir bróta

Orð: Mary Ann Baker
Lag: Horatio Richmond Palmer
Týtt: Petur William Háberg

1. Harri, hygg, sjógvarnir bróta,
og stormurin streingir á,
í skýggjum er himmalin huldur,
og eingin er hjálp at sjá.
Leggur tú ei í tað, Harri,
svevur tú trygt í rong,
nú vit hjartkiptir burtur brátt ganga,
nú ið stundin er myrk og trong?

Niðurlag:
„Valdið á fold er mín óðalsogn:
Verði logn,
menn ella andar hins myrka skots
og atsóknir ódnar og bylgjubrots
ei saka tann bátin, sum við sær ber
tann Gud, sum frá upphavi var og er.
Alt vald á fold er mín óðalsogn:
Verði logn! Verði logn!
Alt vald á fold er mín óðalsogn:
Logn – blikalogn!“

2. Harri, eg rópi í angist
av ítastu neyð í dag,
í hjarta míns dýpi er myrkur
og neyðarróp – hoyr tú tað.
Sál mín fortapt um at søkka,
syndmyrkurs avgrund nær,
tak við róðrinum, himmalski Harri,
eg leiti mær skjól hjá tær!

3. Harri – øll neyðin er farin,
nú havi eg funnið skjól,
sál mín nú Himmalin speglar
sum silvitni morgunsól.
Harri mín, far ikki frá mær,
fylg mær, tí leið er vánd,
til eg havnina lívsælu nái
við himmalsku friðarstrond.

FavoriteLoadingGoym tekstin