Harri, í blóðinum dýra, sum rann

Orð: Herbert H. Booth
Lag: Thomas H. Bayly
Týtt: Victor Danielsen

1. Harri, í blóðinum dýra, sum rann,
frelsa til mín, ja, til mín!
Frelsa frá øllum, sum tyngja meg kann,
frelsa til mín, ja, til mín!
Tó at øll fortíðin myrk er at sjá,
og tó eg fallin í syndini lá,
tó tíni lyfti eg líti meg á –
frelsa til mín, ja, til mín!

2. Frá øllum iva, í hjartanum var,
frelsa til mín, ja, til mín!
og frá tí dómi, sum hekk yvir mær,
frelsa til mín, ja, til mín!
og tó at aldri eg fata tað kann,
rætti eg nú mína hond út til hann,
taki ta frelsu, hans deyði mær vann,
frelsa til mín, ja, til mín,

3. Frelsa frá ræðslu og menniskjafrykt,
frelsa til mín, ja, til mín!
her á Guds lyfti, her hvíli eg trygt,
frelsa til mín, ja, til mín!
Harri, tín frelsa, hon uppi mær ber,
Harri, tín frelsa, hon ríkan meg ger,
Harri, tín frelsa mín lovsongur er,
frelsa til mín, ja, til mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin