Harri, í hesi føstutíð

1. Harri, í hesi føstutíð
fegin vit vilja teg minnast.
Leita tí tína kirkju í
eyðmjúk við tær her at finnast;
tí søgan um tín tronga veg,
og at tú setti lív í veð,
býr oss í hjartanum innast.

2. Gloymdu vit ofta, Jesus, teg,
dragnaðu longur og longur,
leiddust vit tó við «breiðaveg»;
har bara óvissan hongur;
tagnaði tøkkin, tyngdist lund,
stokkuta gleðin, stird um stund,
skerdur er sálanna vongur.

3. Latum oss aftur finna frið,
krossfesti Kristus, vit biðja.
Deyði tín okkum ríni við,
so vit eyðmjúkliga siga:
Einki vit okkum vita her,
sum okkum bót og bjarging er,
uttan teg, Jesus, vár kongur.

Elsa Bærentsen

FavoriteLoadingGoym tekstin