Harri, í ungdómi frelsti tú meg

Orð og lag: Herbert Brander
Týtt: Páll á Lakjuni

1. Harri, í ungdómi frelsti tú meg,
og hjartað varð fylt við gleði,
burtur svann ófriður av mínum veg,
tú gavst mær tín fulla frið.

Niðurlag: Tak meg av nýggjum, áh, Frelsari mín,
gev mær hin himmalska friðin.
:,: Jesus, mær leingist, eg vil vera tín,
tín, hóast einki eg kann. :,:

2. Harri, tú rætti í kærleik mær hond
og tók meg at tínum hjarta,
tá vórðu bundin tey ævigu bond,
og brúður tín gjørdist eg.

3. Harri, eg elski ta hond, sum hin dag
varð negld fyri meg til krossin,
meðan eg ferðist til himmalsins stað,
hon aldri mær sleppa skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin