Harri Jesus kom og doyp oss

Orð og lag: Emil Peterson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Harri Jesus kom og doyp oss
við Guðs kraft og Andans glóð,
so at upp vit kunnu vekja
tann, sum fór av Tíni slóð.
Lat við Andans kraft nú henda
millum okkum undurverk,
kom ímillum oss at magna
vári hjørtu, – ger tey sterk.

Niðurlag: Gev oss Andans glóð og salving,
alt várt egna burturbræð;
send oss nú hin halga eldin,
Harri, doyp oss júst í dag!

2. Jesus, Tínum trúgvu vitnum,
Tú í forðum hevur havt,
sendi Tú Tín eld av Himli
doypti tey við Andans kraft!
Tó, í dag Tú ert hin sami,
Andans kraft Tú hevur enn!
Harri, lat Tín Anda falla
yvir børn og kvinnur, menn!

3. Doyp oss so várt lív má verða
Tínum, Harri, meira líkt,
doyp oss so hvørt reinsað hjarta
verður meira til Tín vígt.
Endurnýggjað tá við styrki
bregða vit tá Andans svørð,
lyfta hægri sigursmerkið,
sigra yvir synd á jørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin