Harri Jesus, lær meg at biðja

Orð og lag: Jard Samuelson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Harri Jesus, lær meg at biðja
og í trúgv at ganga bønarinnar leið.
Tá eg biðji, lær meg at fata,
alt, eg ynski, gagnar ei!

Niðurlag:Lær meg biðja: Ver Tín vilji,
ver Tín vilji og ikki mín!
Ja, lær meg biðja: Ver Tín vilji,
lat Tín vilja gerast mín!

2. Harri Jesus, lær meg at minnast
hvørja bøn Tú baðst har í Getsemane!
Tú í lýdni sannandi segði:
Ver Tín vilji, ikki Mín!

3. Tá ið ótol, mistreysti, mótgongd
ger at leið gerst døkk og veik gerst trúgvin mín,
lær meg, Harri, aftur at biðja:
Ver Tín vilji, ikki Mín!

4. Orð Títt sigur: Við tíni tráan
fyri Guð í ákallan og bøn fram trín!
Oys títt hjarta út fyri Honum:
Ver Tín vilji, ikki Mín!

5. Sál, sum situr mótfallin, stúrin,
sit ei niðurboygd í vónloysi og bín;
hvíld tú finnur, um bert tú vilt biðja:
Ver Tín vilji, ikki Mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin