Harri Jesus, lat títt ríki

Harri Jesus, lat títt ríki
vinna út um alla jørð;
synd og Sátans veldi víki,
so títt halga sáð væl grør;
trúgv og vón og kærleik við
veiti okkum sælan frið,
so vit halga vegin finna
og várt heim í himli vinna.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin