Harri, kom í lív mítt inn

1. Harri, kom í lív mítt inn,
skapa gott og eyðmjúkt sinn,
góði himnakongur.
Birt títt ljós á syndaleið,
so eg burtur villist ei
frá tær, Harri, longur.

2. Legg í hjarta gleðiljóð:
Mær er náði tín fullgóð,
her hon er at finna;
eri endurføddur tær,
tú, sum syndir mínar bar,
mundi stórverk inna.

3. Faðir vár í himnabú,
takkarljóð vit syngja nú
fyri ríka náði.
Tú, ið veldiskongur er,
friðarboð um heimin ber,
lov og tøkk tú fái.

David Johannesen

FavoriteLoadingGoym tekstin