Harri, lat einki mær veingirnar binda

Orð: Lina Sandell
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1978.

1. Harri, lat einki mær veingirnar binda,
lær meg at brúka ta gávu, tú gav,
so ikki trongdir mær heimvegin blinda,
– syngjandi stíga sjálvt grøvini av!

2. Verstur er vandin í fagrastu fellu;
loys meg, mín Frelsari, loys nú øll bond!
Við tína lið stendur hús mítt á hellu,
– lívsfarið stevnir mót´sælunnar strond!

3. Her hoyrast røddir, ið biðja meg hvíla,
dárandi rópa tær: “Kom nú, ver sæl!”
– Síggi eg bert teg, mín Frelsara, smíla,
himmalsins kreftir tá styrkja meg væl!

4. Loys av mær leinkjur og alt tað, ið steingir!
Harri, tú kennir tað fjøtrandi garn.
Hjálp mær at hevja teir ævigu veingir,
til tú, mín Jesus, kanst fevna títt barn!