Harri, lat meg hátt fyri verk tíni takka tær

Orð og lag: Andraé Crouch
Týtt: Árni av Reyni

1. Harri, lat meg hátt
fyri verk tíni takka tær.
Verk, sum undurfult sýna
miskunn tína móti mær.
Tann ljómur, einglaskarar birta,
ei lýsa kann mítt takksemi.
Mítt lív og tað,
sum ævigt veitist mær,
tað kemur alt frá tær.

Niðurlag: :,: Øll dýrd veri Harrans, :,:
øll dýrd veri Harrans
fyri verk hansara.
Hann við blóði meg frelsti,
hann við megi meg reisti,
øll dýrd veri Harrans
fyri verk hansara.

2. Áh, at mítt lív á fold
ber boð um ríku náðina;
birt tú í mær lov og tøkk,
leið meg út á Golgata.
Hann við blóði meg frelsti,
hann við megi meg reisti.
Øll dýrd veri Harrans
fyri verk hansara.

FavoriteLoadingGoym tekstin